Finnur fekk spælitíð í Fremad Amager sigri

Fremad Amager er framvegis væl við í uppflytingarstríðnum

Finnur Justinussen fekk nakrar minuttir, tá Fremad Amager á heimavølli í triðbestu donsku fótbóltsdeildini frammanfyri 940 áskoðarum vann 2-1 á Nykøbing FC. Christian Lamhauge Holst var við frá byrjan, men var skiftur út, tá 70 minuttir vóru leiktir av dystinum.

 

Fremad var á odda 2-0 á steðginum. Nicolas Mortensen legði Fremad á odda, tá 13 minuttir vóru farnir, og sekstan minuttir seinni økti Martin Jensen til 2-0. Tá fýra minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki minkaði Jordan Wilson um munini til 2-1, sum gjørdist endaliga úrslitið.

 

Triði føroyingurin, Heini Vatnsdal stóð stinnur í Fremad verjuni allar 90 minuttirnar.

 

Fremad Amager er framvegis væl við í uppflytingarstríðnum. Teir hava 23 stig, og eru bert eitt stig aftanfyri Frem, sum er oddalið í 2. deild bólki 2. 

 

Komandi vikuskiftið spælir Fremad Amager ímóti Marienlyst á útivølli. Marienlyst liggur bert eitt stig aftanfyri Fremad Amager, so talan verður um eina sanna oddauppgerð.