– Elis var glaður og spontanur, og einki var óført hjá honum.
Soleiðis sigur Finnur Sólbjørnssonur Olsen við VikuskiftisSosialin í dag. Finnur arbeiddi tætt saman við Elis Poulsen seinastu tíðina av lívi hansara. Mánadagin andaðist Elis 67 ára gamal, eftir at hann seinnu árini var viknaður av Parkinson sjúku.
Finnur hevur kent Elis, síðani hann var smádrongur, teir vóru í nógv ár starvsfelagar í Kringvarpinum, og teir vóru góðir vinmenn. Elis Poulsen fekk staðfest Parkinson sjúkuna í 2013, og so líðandi viknaði heilsan. Hetta hevði við sær, at Elis bað Finn hjálpa sær við útvarpssendingini »Upp á tá«.
– Elis spurdi meg, um eg vildi hjálpa honum við at gera »Upp á tá«, tá ið heilsan fór at bila, og tað vildi eg sjálvandi fegin. Við tíðini megnaði hann ikki longur at sita við mikrofonina og tosa, og tá heitti hann á meg um at vera røddin hjá sær, sigur Finnur.
– Síðani gjørdu vit sendingina saman, og Elis kom trúfastur norður til Havnar hvønn fríggjadag, tá ið gjørdu sendingina. Hann valdi sangir, skrivaði handrit, var við til upptøkurnar og vegleiddi meg.
– Sum fráleið orkaði Elis ikki at koma norður so ofta, men til tað seinasta var hann við at gera sendingina. Hann sat á Sandi og skrivaði handritið og valdi sangir, og hann mundi brúka tað mesta av einari viku at gera tað, men hann vildi so fegin gera »Upp á tá«, tí sendingin hevði so nógv at siga fyri hann, sigur hann.
– Elis var eitt ríkt menniskja. Hann var glaður og spontanur, og einki var óført hjá honum. Hann sá ikki forðingarnar, hann sá møguleikarnar, og setti hann sær nakað fyri, gjøgnumførdi hann tað eisini. Og tað var til stóra gleði fyri nógvar føroyingar, sigur Finnur S. Olsen.
Í VikuskiftisSosialinum siga vit farvæl við Elis Poulsen, sum í sløk 30 ár var kanska størsti profilurin í føroyska miðlaheiminum. Vit hava tosað við nøkur av teimum, sum arbeiddu nógv saman við Elisi gjøgnum árini – eitt nú Finnur S. Olsen, Kári Olsen, Jógvan Jespersen og Hallur Joensen.

Finnur: Elis var glaður og spontanur












