Týsdagin 2. apríl fylti Finnleif 70 ár. Hann er føddur í Trøðum á Sandi 2. apríl 1943.
Foreldur hansara vórðu Ejvind Winther Durhuus úr Vestmanna (1912 – 2001) og Maren Karolina Durhuus, f. Joensen, av Sandi (1912 – 2000). Tey búsettust í Trøðum. Finnleif er miðlingurin av 5 systkjum, tríggir brøður og tvær systrar.
Í húsinum var fitt av jørð (28 áseyðir), kúgv o.a., og av tí at pápin var til skips frá mars til oktober, var nokk at takast við í samband við eplir, torv, hoyggj og annað. Hetta var alt eitt gott íkast til húsarhaldið, orsakað av tí oftani misjøvnu inntøku, sum ein sjómaður hevði tá í tíðini.
Í Trøðum var eitt sera vakurt og spennandi umhvørvi at vaksa upp í saman við teimum mongu børnunum, sum tá vóru har. Har vórðu fýra 6-marka garðar, eitt maskinsnikkaravirki, bilarnir í Miðstovuni og har afturat var vatnið, mølheyggjarnir, lógvin og onnur eksotisk støð at spæla í.
Sum 12 ára gamal fekk Finnleif starvið sum mjólkakontrolørur fyri Sands bygd. Arbeiðið snúði seg um í høvuðsheitum eina ferð um mánaðin at kanna mjólkina við atliti til mjólkanøgd og fitiinnihald hjá øllum neytunum á Sandi. Tá vórðu umleið 150 mjólkineyt í bygdini. Bóndafelagið og Føroya Jarðarráð stóðu fyri hesi kanning.
Útbúgving
Liðugur við barnaskúlan, 14 ára gamal, mælti Hákun Dam, lærari, Finnleifi til at fara á læraraskúla.
Hann hevði góðan hug til tað bókliga og kundi hugsað sær at farið í Hoydalar. Men tað vóru ikki ráð til tað. Hákun helt, at best var at fara til skips í eini trý ár, síðani á háskúla og haðani á læraraskúla.
Við hesum í hyggju skuldi Finnleif í 1959 fara til skips við trolaranum Venus. Men meðan teir lógu á Havnini, klárir at fara avstað, bleiv motorurin í ólagi og fóru teir tí ongan veg. Í staðin fyri fór hann at arbeiða hjá Peturi í Gong, byggimeistara í Havn. Tá ið hann hevði arbeitt har í einar tríggjar mánaðir, spurdi Petur, um hann ikki vildi koma í læru til húsasmið. Eftir at hava hugsað seg væl um, fór hann í læru og tók sveinabræv í mai 1963. Hetta varð ein spennandi og lærurík tíð, har Finnleif fekk nýggjar vinir fyri lívið. Tað var eisini í hesum árunum, at Finnleif, ið komin var til persónliga trúgv, fór at ganga á møti í Ebenezer, sum bleiv hansara andaliga heim. Finnleif, ið er musikalskur, og sum elskar sang og tónleik, fór í sangkórið í Ebenezer í 1960 og er framvegis í kórinum. Hann syngur eisini við í manskórinum. Harafturat hevur hann eisini verið partur av ymiskum sangbólkum. Í 1963 varð sangbólkurin “Sangbrøður” stovnaður, har sungið varð á møtum í Ebenezer og annars kring landið. Men serliga luttóku Sangbrøður á ungdómsmøtunum og í Bíbliuflokkinum hjá Petur Háberg í Ebenezer. Teir, ið mannaðu henda sangbólk, vóru afturat Finnleifi, Øssur Berghamar, Árni B. Jensen, sáli og Páll á Lakjuni. Í sekstiárunum góvu teir út tríggjar LP-plátur. Sigast má, at hesin sangbólkur var sera væl umtóktur og var teirra sangur nýskapandi og frambrot innan andaligan sang í Føroyum.
Í 2004 góðu Sangbrøður út eina CD við 13 sangum.
Finnleif hevur verið organistur í Ebenezer í umleið 40 ár.
Síðani 1984 hevur Finnleif verið við til at samskipa tær kristiligu, sjónvarps- og útvarpssendingar og andaktir frá brøðrasamkomunum, sum sendar verða í Kringvarpinum.
Hjá Landsverkfrøðinginum
Frá 1964-66 gekk Finnleif í kvøldskúla til Tekniska Fyrireiking og fór hann í 1966 til Danmarkar at lesa til byggifrøðing og var liðugur í 1969.
15. apríl 1969 varð Finnleif settur í starv hjá Landsverkfrøðinginum.
At arbeiða saman við Mikkjali Helmsdal, ið sat sum Landsverkfrøðingur frá 1948 – 88, var sera spennandi, mennandi og gevandi. Hann vísti álit og gav ábyrgd. Mikkjal var høgt í metum og virdur um lond fyri síni viðføddu evni og sín tekniska førleika.
Tey fyrstu árini arbeiddi Finnleif mest við projektering av vegum, brúgvum og ognartøkumálum. Hevði eisini ábyrgdina av nøkrum verkætlanum, m.a. nýggja vegnum gjøgnum Kollafjarðar bygd.
Í juni 1973 varð hann settur sum leiðari av vegaumsitingardeildini, herundir størri ábøtur og trygdartiltøk á landsvegakervinum. Hann hevði eisini ábyrgdina av studningsskipanini, sum landið lat til kommunalar vegir, men sum varð broytt í 1992. Á vegaumsitingardeildini arbeiddu tá umleið 150 fólk.
Fyri at verða betur ílatin til hesa stóru avbjóðing, las hann um kvøldarnar til merkonom.
Síðani í 1983 hevur Finnleif verið aktivur í Norðurlendskum samstarvi.
Í 1983 gjørdist hann limur í NVF (Nordisk Vejteknisk Forbund) og var hann formaður fyri Føroysku deildina “Rakstur og hald av vegum” í 14 ár.
Síðani 1984 hevur hann umboðað Landsverkfrøðingin í “Nordisk Chefforum”, har deildarstjórarnir í teim ymisku Vejdirektoratunum møttust eina ferð um árið at umrøða aktuell mál.
Í 1992 gjørdist hann limur í tí Norðurlendska Vetrarhaldsbólkinum, sum arbeiddi við gransking og menning innan vetrarhaldi.
Frá 1981 til 2006 hevur hann verið í leiðslubólkinum á Landsverki.
Sigast má, at Finnleif, í ein mansaldur, hevur verið við til at útbygt, umsitið og ment landsveganetið til eitt væl útbygt og nútímans vegakerv, sum hevur verið landi og fólki at gagni. Í sínum arbeiði er hann komin víða um og munnu tey verða fá, ið kenna landið so væl sum hann.
Í 1970 giftist Finnleif við Jóhannu Mariu Durhuus, f. Samuelsen úr Havn. Hon er dóttir Mikkjal Samuelsen (Mikkjal í Horni), Tórshavn (1902-1974) og Ingu Samuelsen av Viðareiði (1908-1976). Finnleif og Jóhanna Maria búsettust á trøðni hjá Mikkjali, á “Perskonufløtu”. Tey eiga 3 børn, Mikkjal, Kára og Ingunn. Mikkjal arbeiðir á Føroya Tele og Kári í Eik banka. Ingunn er gift við Eiriki Norðberg úr Vági. Tey lesa bæði í Keypmannahavn, hon til arkitekt og hann til verkfrøðing.
Í 2010 valdi Finnleif at fara frá sum leiðari, og hevur hann síðani arbeitt sum ráðgevi.
Ynskt verður Finnleifi hjartaliga tillukku við føðingardegnum.
----
ó.