Finnland vil ikki gjalda meiri

ES-lond, sum koma í fíggjarligar trupulleikar eins og Grikkaland, Írland og Portugal fáa ikki meiri hjálparpengar úr Finnlandi. Finski fíggjarmálaráðharrin, Jutta Urpilainen, sigur, at Finnland vil hava trygd fyri, at landið sleppur undan at leggja í fleiri hjálparpakkar.

Samstundis krevur hon, at privatir íleggjarar, teirra millum bankarnir, skulu átaka sær ein størri part av skyldunum.

-Vit vilja avmarka ábyrgdina hjá Finnlandi, sigur Jutta Urpilainen við finska sjónvarpið. Hon vísir á, at tann nýggja stjórnin hevur lagt eina harðari kós, tá tað snýr seg um hjálparpakkar, men hon ásannar, at avgerðin hjá stjórnini hevur ikki fingið serliga stóra undirtøku í hinum evrulondunum.

Sum eitt av teimum fáu londunum hevur Finnland tryggjað sær rætt til at sýta fyri at koyra finskar pengar í hjálparpakkar til onnur ES-lond.