Finni Olsen úr Fuglafirði til minnis

Árið í ár - 2013 kom deyðin á gátt 24 ferðir í bygdini. Finnur var tann trý og tjúgundi,sum fór handan sýn í hesum deyðans fylgi. Annars plagar talið at liggja millum 10 og 12 fólk, sum verða borin út um árið í bygdini. Vit skulu aftur til 1929, tá ið 19 fólk doyðu, og tá var fólkatalið uml. 700, og nú er tað uml. 1500. Fleiri av teimum, sum tá fóru um Heygar, doyðu av meslingum.
Finnur var sonur Annu Kathrinu og Joen Hendrik Olsen. Kathrina, ella Trina, sum hon varð kallað, var ætt­að úr Elduvík, dóttir Anti­nis Haraldsen og Suffíu, fødd Lamhauge, úr Lamba. Hendrik Olsen var ætt­að­ur frá Gøtugjógv. Faðir hans­ara var Óli Olsen, stóri Óli, sum var tvær ferðir giftur. Fyrra konan var Anna Pet­ers­datter úr Ólavsstovu í Syðru­gøtu, sum var mamma Hendrik Olsen. Seinna kon­an var Magnina Hansen úr Norðra­gøtu, eisini kalla Magnina í Tøðuni.

Elduvík
Tá ið hugsað verður um Finn, so stendur fyri mær ein ímynd av einum stillførum manni, sum í sínum verumáta altíð fór hóvliga fram. Hann var hugnaligur at vera sam­an við, dugdi stak væl at siga frá, og mangan vóru hug­myndirnar stuttligar. Hann hevði gott máloyra, og hesin frumgróður í hansara sinni var úr Elduvík. Oyndfirðingar plagdu siga, tá ið hugsað varð um veður og vind, at tað var eitt plagg á muni millum Oynd­ar­fjørð og Elduvík. Koma vit til málið og hugtøk, so mundi verða javnleikur partanna, bygdanna millum. Finnur mundi mangan leita sær norðurum til ommuna og abban til eina so sjaldsama bygd sum Elduvík. Hetta hev­ur verið ein dýrgripur í huga hansara, sum hann mang­an vendi aftur á.
Finnur brúkti eitt so sjáld­samt orð um nakað, sum var gott, t. d. um fisk: Góð tøgg var í fiskinum. Jú, segði hann, hetta hevði hann úr Elduvík. Eitt annað sjáldsamt hugtak, hann plagdi at renna aftur á, var, tá ið hann á einum sinni var og dyrgdi við Sigurdi, mammubeiggja sínum. Sigurd var giftur við Oluffu úr Heimistovu í Fuglafirði. Tá ið teir høvdu fingið so mikið av seiði, at hann huldi bak­skutin, skuldi Sigurd siga: Nú er roðið barkað! Rengurnar eru: framrong og bakrong, rúmið undir teimum eitur und­ir rongini ella frammi og afturi í barka. Hetta orðið hevur kanska givið íblástur til eina øðrvísi tilgongd í hug­anum, tá ið sagt verður: Nú er roðið barkað. Vakurt er tað.

Dyrgingarferðir
Dyrgingarferðirnar vóru góð­ar, t. d. heim á Fjalltanga, og brúktu elduvíkingar orðið dyrgingarljóst, men t. d., tá ið ryggirnir í Gjáarlíð hjánaðu burtur, var ikki seiðaljóst longur. Hetta er ein viðkvom natúrlýsing, sum Finnur hev­ur upplivað. Hetta er ein vakur spunatráður, sum hann hevur havt í sínum huga til sín doyggjandi dag.
Nú er dyrgingarferðin hjá Finni í hesum heimi kom­­in at enda. Finnur var hegn­­is­maður og stendur ein snøgg lunn­bót eftir hann, sum vit kunnu frøast um. Hann var avlærdur smið­ur, og síggja vit hann ganga út og inn í smiðjuni við einum dyrgingarlag, sum pass­aði honum. Hann gjørd­ist skúla­tænari 1966 í Fuglafjarðar skúla, og her komu vit at sam­starva á ymsan hátt. Finnur var røkin, og alt skuldi vera í lagi. Var onkur lutur, sum skuldi hava eina ábót, ja, so var at taka í klinkubandið inn í klivan hjá Finni. Ikki so sjáldan stóðu ljóðføri inni hjá honum, t. d. horn, sum hann tók sær av, sum hann vældi um og bøtti uppá.

Tað musikalska og kreativa
Finnur var so stak musi­kalsk­ur. Bass sang hann í sangkórinum, og í horn­or­­kestri­num spældi hann euphonium. Enn koma tær løttu og ljóð­fyltu fraser­ing­arnar úr euphoni­inum fyri oyrað, so lættar og frynt­ligar eins og látandi lógv á sumri. Finnur var við, tá ið hornorkestrið varð stovn­að 1969. Hann spældi við í orkestrinum í eini 20 ár og sang eins og Judith við kóri­num í eini 50 ár. Hetta vóru ikki keðiligir dagar. Har­aftur­at spældi hann upp á klaver, banju, mandulin og cello. Í hans­ara verð var hetta ein hvønndagsligur dráttur í sál og huga. Ja, hugsi ikki, at eg taki munnin ov fullan, tá ið sagt verður, at Finnur hevði ein listaligan dám yvir sær. Hetta kom eisini til sjóndar í hansara prýðislutum, sum hann serliga tilevnaði úr hvala­tonnum. Ja, vakurt er at síggja hesar lutir liva sítt sæla lív á teimum vøkru kvinnu­hálsunum og kvinnu­barm­unum í bygdini og aðra­staðni við. Hann hevði framúr góðar hendur, og er hetta hegni kanska komið úr Elduvík, tí dyrgingarfelagi hans­ara, morbróðirin, var hegnis­maður.

Sámal í Lambanum
Finnur Olsen var til skips sam­an við Sámali við Kyrja­steini. Joen Hendrik, pápin, var skipari. Finnur var 15 ára gamal, javngamal við Beatu, dóttir Sámal . Teir royndu á Norðurlandinum, og var hetta um summarið 1940. Mamma Finn, Trina, hevði sagt við sonin um at leggja av at roykja og ikki hava nakað tubbak við sær til sjós. Finnur aktaði mammuna og hevði einki tubbak við.
Sámal í Lambnaum og Finnur blivu bestu vinir á hesum túri. Faðir, Theodor, sum var sjómaður, segði um Sámal í Lambanum, at tað var stuttligasti maður, hann hevði verið til sjós saman við. Sámal var abbi homuristin, Samson í Lambanum.
Sámal og Finnur kendust sjálvandi væl, tí tey Uppi við Garð í Fuglafirði gingu javnan um Heygar, tá ið tey leitaðu sær oman í bygdina, so leiðin lá mangan um tún­ið hjá Trinu og Hendrikki. Beata, dóttir Sámal, var eisini 15 ár, og høvdu Finnur og hon gingið í flokki saman. Sámal og Finnur svóvu umborð á Kyrjasteini í logarinum - annar í yvirkoyggju og annar í undirkoyggju í somu røð.
Sámal spurdi Finn ein dag­in: “Hvat dámar tær Beatu? Vilt tú ikki giftast við henni og hava hana til konu? Tú kanst kalla meg fyri sviger­far! “ Hetta kom væl við hjá Finni, tí tá ið trongdin kom á hann eftir einari sigarett, segði hann:
“Svigerfar, fái eg ikki eina ball frá tær í dag?”

Heimið
Næst kirkjugarðinum við Mir­mans­veg í Fuglafirði standa eini vøkur, reyðdæmd hús. Her búðu Finnur og Judith, sum giftust í 22. juni 1958. Tey fingu eitt langt og gott lív saman. Ja, tey hava havt sinnið á tí røttu hillini bæði samfelagsliga og andaliga. Judith hevur havt sína jøvnu gongd niðan í Vesturstovu at lesa fyri teimum gomlu, ið har búleika, hjálpt til í Ribar­húsi, Piddasa handli og hildið sunnudagsskúla. Teirra hjúnadyrgingarlag tænti mongum í okkara lítla sam­felag. Tey fingu trý børn sam­an – Annu , gift við Páll Beder úr Fuglafirði, Jákup, giftur við Trine Olsen úr Aarhus og Elspu, gift við Inga Samuelsen úr Havnini. Hesi systkini eru so stak musi­kalsk eins og Finnur og Judith og bæði syngja og spæla uppá.

Svimjingin
Fyri 25 árum síðani tók Finnur stig til, at pensjonistarnir skuldu svimja hvønn leygar­morgun, og hevur hetta verið ein fragd at fara í tað váta vatnið í svimjihøllini snimma leygarmorgun, har hesir kimiligu pensjonistar svimja longdina og breiddina við jøvnum tøkum. Av og á verður steðgað á á tí grunna vatninum. Ikki so fáar søgur koma undan kavi “á landgrunninum í svimji­hylinum” leygarmorg­un. Hetta talingarlag heldur áfram inni í lærarastovuni, har Finnur í mong ár borð­reiddi við einum góðum kaffi- og tedussi, bollum, osti og piparfrukt. Hetta varð so sera væl hagreitt, at eingin kundi seta fingur á hetta. Ikki so sjáldan var Judith og rætti Finnuri eina hond, tá ið skaffingin skuldi hava ein serligan dám, t. d. upp undir jól. Tá ið Finnur legði frá sær, tók Bergur Poulsen henda táttin upp eftir hann í januar mánaði 2007, og hevur hann røkt henda partin av flotinum leygarmorgun stak væl eins og Finnur.
Mangur, sum var á foldum við ársbyrjan er undir mold­um, nú vit standa við árs­enda. Saknurin í bygdini er stórur, nú 24 fólk eru farin og fleiri av hesum kundu fingið mong góð ár afturat, men svá var ikki. Finnur var í tí eldra endanum í hesum hópi.
Friður veri við Finni og øllum í hesum fylgi.
---
Frits