– Hetta er fyrst og fremst eitt mál fyri landsstýrið, men Javnaðarflokkurin vil fegin nýta teir góðu møguleikar, sum fólkatingssessurin og tætta samstarvið við danska stjórnarflokkin geva, til at stuðla landsstýrinum í hesum máli. At ávirka og broyta støðuna hjá fyrst donskum myndugleikum og síðani ES er ein sera krevjandi uppgáva, og tí mugu allar kreftir arbeiða saman, sigur Sjúrður Skaale.
Hann hevur longu greitt øllum flokkurin í reyða blokkinum frá støðuni hjá Føroyum og hví, vit halda okkum eiga størri part av makrelkvotuni.
– Tey siga seg skilja støðuna, men tey sita jú øll í samráðingum. Men eg havi avtalað fund við tann komandi fiskimálaráðharran, so skjótt greitt er, hvør hann verður. Tað sum hevur størstan týdning hjá okkum nú er at fáa til við so nógv vísindaligt próvtilfar fyri okkara uppáhaldi, sum vit kunnu brúka sum grundgevingar, og tað arbeiðið eru vit í gongd nú, sigur Sjúrður Skaale.










