Sjálvt um Danmark ikki hevur tunfiskakvotu, kunnu donsk skip taka tunfisk sum hjáveiði, um tunfiskur kemur í trolið ella gørnini. Tá slíkt hendir, gevur hetta eisini nakrar eyka krónur.
Kystmagasinet í Noregi veit at siga, at ein danskur garnabátur - Biscayen - fyrr í heyst fekk ein tunfisk, sum var 2,6 metrar langur og vigaði 546 pund.
Hetta hendi, tá teir vóru til fiskiskap í Norðsjónum.
Skiparin, Kenneth Nielsen, sigur, at tunfiskurin varð seldur á fiskamarknaðinum í Thorsminde, har kiloprísurin var 116,40. Tað merkir, at teir fingu 31.777 krónur fyri fiskin.
Umframt tunfiskin, høvdu teir á túrinum eisini 6000 pund av øðrum fiski, eitt nú 4000 pund av reyðsprøku og 1300 pund av havtasku.