Fingu steðga bardaga í nátt

Nógv fólk var í býnum í nátt og tað var friðarligt - við einum und

Tað var rættiliga nógv fólk í býnum í nátt, men sum heild var tað friðarligt.

 

Tað sigur løgreglan í morgun.

 

Men tað var eitt undantak, tí tá ið dansihølini lótu aftur, vóru tað nakrir mans, sum gingu í býnum í Havn og royndu at provokera aðrar til bardaga.

 

- Menn vóru nakað uppøstir, men løgreglan var skjót á staðið, og fekk forðað fyri, at tað varð áfast ímillum partarnar, sigur vakthavandi á politistøðini.

 

Men úrslitið er, at tríggir mans fáa bót fyri at hava elvt til ófrið, og ein fær eisini bót, tí hann brúkti hetta høvið til at kasta sær av vatninum upp eftir politibilinum.

 

Vakthavandi sigur, at løgreglan gjørdi nógv burtur úr at vera sjónliga til staðar í miðbýnum í nátt tí tað hevur eina sissandi ávirkan á fólk, men tað var eisini nettupp tí, at tey vóru nærhendis, at tey vóru so skót á staðið, tá ið vandi var fyri bardaga, at tey fingu skilt partarnar sundur, áðrenn tað varð áfast.

 

Annars steðgaði løgreglan nógvum bilførarum í nátt at vita um teir vóru edrúir - og tað vóru teir allir.