Føroyska rannsóknarskipið Magnus Heinason er afturkomið av árligu rannsóknarferðini, har kannað verður hvussu norðhavssildin er fyri í føroysk sjóøki.
Út frá tí, ið Havstovan skrivar á síni heimasíðu, so bendir nógv á, at stovnurin er væl fyri í ár.
- Fyribilsúrslitini vísa, at norðhavssildin stóð tættast í vestara parti av kanningarøkinum. Sum heild var rættuliga stór sild fingin. Svartkjaftur var víða um í kanningarøkinum, men stóð tættast í syðsta partinum, skrivar Havstovan á síni heimasíðu.
Upplýst verður eisini, at kanningarnar eru skipaðar sum felagskanningar, har rannsóknarskip úr Danmark, Íslandi, Noregi og Russlandi eisini luttóku, og er endamálið, at til vega tilfar, sum liggur til grund fyri stovnsmetingunum, sum verða gjørdar seinni í summar.
Endaliga úrslitið av rannsóknarferðini verður tó ikki endaliga viðgjørt fyrr enn luttakandi londini møtast til felags fund í juni.