TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu, sum var á Rás2 fyrr í kvøld við Niels Paula B. Danielsen, liðskipara hjá EB/Streymi, sum tapti 0-2 ímóti B36 á heimavølli við Margáir í Streymnesi.
Niels Pauli heldur, at tað í stóran mun eydnaðist at halda B36 burtur frá teimum stóru málmøguleiknunum í fyrra hálvleiki, men tíverri skoraði B36 ov tíðliga í seinna hálvleiki. EB/Streymur bíðaði tó til seint í seinna hálvleiki at spenna álopsbogan.









