Fingu HIV-smittað blóð á Ríkissjúkrahúsinum

Fyri einum hálvum ári síðani fingu tveir sjúklingar HIV-smittað blóð á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn Mistakið bleiv ikki staðfest fyrr enn í einari eftirlitskanning tríggjar mánaðir seinni, sjrivar Berlingske Tidende í morgun.

Læknastjórin á Ríkissjúkrahúsinum, Jannik Hilsted, vil ikki siga, hvørt tað var ein maður ella ein kvinna, sum hevði latið smittaða blóðið, ella hvussu gamal blóðgevarin er. Jannik Hilsted sigur við Berlingaran, at teir báðir sjúklingarnir, sum fingu tað smittaða blóðið, hava fingið boð um tað, og somuleiðis hevur blóðgevarin fingið at vita, at HIV-smitta var í blóði hansara.

Í øðrum londum verður blóð kannað fyri møguliga smittu, men tað verður ikki gjørt í Danmark, tí tað verður hildið at vera ov kostnaðarmikið. Sambært Berlingske Tidende hevði tað kostað einar 40 mió. krónur um árið at kanna blóðið, sum danskir blóðgevar lata.