Sochaux, Frakland: Ein av broytingunum, sum Raymond Domenech hevði gjørt á franska liðnum eftir tapið í Skotlandi var, at Louis Saha var millum teir fyrstu ellivu hjá Fraklandi. Og við einum máli eftir bara 38 sekundum kvittaði hann eisini fyri álitið.
Og hann duldi heldur ikki fyri, at góða byrjanin gav fraklendingum betri frið yvir spælið.
- Tað ger tað sjálvandi. Vit megnaðu jú ikki at umseta teir møguleikar, sum vit skaptu okkum í Skotlandi, til mál, og tí var eitt ávíst trýst á okkum. Tað trýstið fingu vit burtur við skjóta málinum, og tá vit so skora til 2-0, kunnu vit anda róliga. 1-0 er jú einki í altjóða fótbólti, tí hóast vit á pappírinum eru væl sterkari enn tykkara lið, so kann eitt mál jú altíð koma ímóti. Men eftir seinna málið haldi eg, at vit kundu hugsa um at gera arbeiðið liðugt, og tað gjørdu vit so eisini.
Vit skulu vera klárir
Tit taptu i Skotlandi, men vunnu so trý stig í kvøld. Hvussu metir tú, at útlitini eru hjá tykkum at spæla tykkum í EM-endaspælið?
- Tey eru góð, tí vit hava enn lagnuna í egnum hondum. Men tað krevur, at vit eru púrasta fokuseraðir upp á uppgávuna. Eg veit væl, at næsti dysturin ikki er fyrr enn um einar fimm mánaðir, men kravið til okkum er, at vit skulu vera 100% til reiðar til hana eisini, segði Manchester United framherjin at enda.
Við greiða sigrinum á Føroyum kunnu fraklendingar enn sjálvir gera av, hvussu ovarliga teir enda í EM-undankappingarbólki 2