Fingið nýggjan sløkkiliðsbil

Sunda Kommuna hevur fingið nýggjan sløkkiliðsbil

Í gjár kom nýggi sløkkiliðsbilurin hjá Sunda Kommunu til landið og legði tá leiðina fram við kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka, har borgarstjórin tók ímóti.

 

Tað var undanfarna býráð, sum á fundi 26. novembur 2012 samtykti at keypa nýggjan sløkkiliðsbil.

 
Bilurin er bygdur á verksmiðju í Týsklandi. Hann hevur ein 2,5 tons vatntanga, hátrýst og lágtrýst pumpur at sløkkja við, automatiska teleskopmastur til arbeiðsljós og hevur dupult manningarrúm við 6-7 setrum.


Gamli sløkkiliðsbilurin verður fyribils brúktur sum tiltaksbilur.


Nýggi sløkkiliðsbilurin verður vístur fram fyri almenninginum í mentanarvikuni, sum verður í næstum.