- Fingið íblástur frá vakstrarhúsinum

Vakstrarhúsið í Sandavági er ein sonn familjufyritøka. Seinastu 30 árini hevur Kári á Loftu staðið á odda fyri vakstrarhúsinum, og børn hansara hava somuleiðis slitið barnaskógvarnar millum blómurnar og runnarnar í vakstrarhúsinum. Sniðgevin, Malan á Lofti, er ein teirra.