Finansiel Stabilitet kann verða við í keypinum

Tað gjørdist greitt í gjárkvøldið, tá ið Henrik Bjerre Nielsen, stjóri Finansiel Stabilitet segði við útvarpið hjá Kringvarpinum, at Finansiel Stabilitet kann verða við í EIK eftir 10 desember, um so er, at boðini upp á EIK er ov lág. Um so er, at boðini uppá EIK ikki eru nóg høg, so kann Finansiel Stabilitet í roynd og veru verða við til at fíggja ta upphæddina, sum manglar, sum síðani skal rindast aftur til Finansiel Stabilitet, tá ið bankin er betri fyri.

Finansiel Stabilitet kann ikki reka ein banka, men felagið kann stuðla íleggjarum, um fíggjarliga grundarlagið ikki nóg sterk.

Orsøkin til, at Finansiel Stabilitet sær hetta sum eina loysn er, at tað kann verða við til at økja um søluprísin av EIK og soleiðis tryggja Finansiel Stabilitet ein nøktandi prís fyri bankan, segði Henrik Bjerre Nielsen, stjóri í Finansiel Stabilitet við útvarpið hjá Kringvarpinum.

Altso má staðfestast, at hóast 10. desember hevur verið nevndur sum ein lagnudagur fyri føroyska samfelagið, har helmingurin av fíggjarkervinum skal standa ella falla, so sær út til, at áhugaðir íleggjarar fáa stuðul frá Finansiel Stabilitet eftir hendan dagin, um tað gerst neyðugt.