Fyri lítlari løtu síðani byrjaði finalan í heimsmeistarakappingini í estetiskum fimleiki í Lathi í Finlandi.
Til ber at fylgja kappingini á hesari slóðini, har heimsmeistarakappingini verður streamað: http://areena.yle.fi/tv
Kvinnurnar hjá Havnar Fimleikafelag umboða Føroyar í kappingini. Tær gjørdust nummar 23 av teimum 27 liðunum, sum við eru, og komu tí ikki víðari í finaluna.