Fyri einum ári síðani fór Amnesty International undir at biðja fólk skriva undir henda tekst: ?Eg vil gera alt tað eg eri ment/ur fyri at tryggja at rættindini í alheimsyvirlýsingini um mannarættindi gerst veruleiki um allan heim?. Ætlanin við savningini var at fáa so nógvar undirskriftir sum gjørligt, og síðani at savna tær saman í heimsins størstu bók, sum í dag verður handað ST aðalskrivaranum Kofi Annan. Tá gjørt var upp seinast, vóru meir enn 10 milliónir undirskriftir savnaðar úr 127 ymiskum londum. Millum undirskrivararnar eru fleiri av heimsins stjórnarleiðarum.
Innsavningin
í Føroyum
Føroyska deildin av Amnesty International hevur eisini savnað undirskriftir saman, og tá vit sendu okkara part til ta stóru bókina, vóru 1.007 undirskriftir savnaðar. Av hesum hevði BodyShop savna heili 600. Fyrstur at skriva undir í Føroyum var táverandi løgmaður Edmund Joensen, og allir løgtingslimir við einum einstøkum undantakið hava eisini skrivað undir. Enn ber til at skrivað seg millum tey fólkini, sum vilja arbeiða fyri mannarættindum. Hetta kann gerast á básinum, sum Amnesty International Føroya Deild í dag hevur uppi í SMS.
Ljós í vindeyga mannarættindadagin
Á básinum ber eisini til at keypa tey vældámdu Amnestyljósini, sum verða nógv brúkt hesar dagarnar. Við tíðini er tað vorðið siður at seta ljós í vindeyga mannarættindadagin, 10. desember, fyri at minnast samvitskufangar, og fólk, hvørs mannarættindi á annan hátt ikki verða hildin. Tá Amnesty International var stovnað í 1961, segði stovnarin Peter Benenson um búmerki hjá Amnesty: ?Hetta ljós brennur ikki fyri okkum, men teimum, ið vit ikki kláraðu at bjarga úr fongsli. Teimum, ið vóru skotin ávegis í fongsul. Teimum, ið vóru rænd. Teimum, ið ?hvurvu?. Fyri teimum brennur ljósið.? Amnesty International Føroya Deild fer aftur í ár at heita á fólk um at seta eitt ljós í vindeyga í dag.
Bók við mannarættindasáttmálum
Í samband við fimtiáradagin hevur Amnesty International eisini avgjørt at geva eina bók út við teimum týdningarmiklastu mannarættindasáttmálunum í føroyskari týðing, sum Jóhan Hendrik W. Poulsen hevur týtt. Hetta er sjálv heimsyvirlýsingin frá 1948, saman við teimum báðum semingunum frá 1966, sum skuldu gera hugsanirnar um mannarættindini meira ítøkilig. Fyrri semingurin er um borgaralig og stjórnmálalig rættindi, meðan seinni er um búskapar-, almanna- og mentanarrættindi. Til fyrra semingin eru tvey gerðaskjøl, sum eisini eru við í bókini. Samanlagt eru hesir sáttmálar høvuðsgrundarlagið undir øllum mannarættindaarbeiði um allan heim. Í Amnesty International Føroya Deild eru vit ikki sørt fegin um, at tað loksins ber til at lesa hesi týdningarmiklu skjøl á føroyskum. Saman við sjálvum sáttmálunum er ein longri inngangur um søguna aftanfyri mannarættindini, hvønn týding sáttmálarnir hava, og hvussu teir eru komnir í, og hvussu gongdin hevur verið, hesi 50 árini mannarættindini hava verið til. Hendan inngangin hevur Halgir Winther Poulsen skrivað. Aftast í bókini er eitt yvirlit yvir øll heimsins lond, og hvussu tað hevur gingist, at fingið tey at taka undir við sáttmálunum.
Enn langt á mál
Men Amnesty fer eisini at nýta høvið til at vísa á, at hóast stór framstig eru hend, er enn at langt á mál, áðrenn tey stóru idealini, sum heimsins stjórnarleiðarar samtyktu í 1948, eisini verða víst í verkið. Tí aftanfyri allar tær góðu hugsanirnar er veruleikin, og hann er ikki so penur. Í Ársfrágreiðingini hjá Amnesty International fyri 1998 ber til at lesa, at fleiri enn 1,3 milliardir fólk hava minni enn ein dollara at liva fyri um dagin. 117 stjórnir pína borgara sínar, í fleiri enn 87 londum eru samvitskufangar og minst 40 stjórnir taka sínar egnu borgara av døgum.
?Men stór framstig henda allatíðina? sigur Pierre Sané aðalskrivari í Amnesty International, og tá hevur hann serliga málið um Pinochet og Altjóða Revsidómstólin, sum tað at enda eydnaðist at stovna 17. juli í ár. Sané vónar, at málið um Pinochet verður eitt fordømi um at heimsins lond og borgara ikki góðtaka at mannarættindabrotsverk kunnu fara framvið órevsaði. Um Altjóða Revsidómstólin sigur Sané: ?Hetta er eitt tað besta stigið altjóða samfelagið nakrantíð hevur tikið. Ein hóskandi máti hjá heimsins stjórnum at hátíðarhaldi fimtiáradagin hevði verið at tikið undir við hesum dómstóli beinanvegin.?










