Leygarkvøldið spæla Finnboða og Bjarni Lisberg í stóra Pakkhúsi. Hetta er framhald av teimum tónleikatiltøkur, sum hava verið í Stóra Pakkhúsi í ár Tónleikatiltakið leygarkvøldið, har Fimmboði og Bjarni Lisberg spæla, er
eitt framhald av røðini av tónleikatiltøkum, sum hava verið í Stóra Pakkhúsi
í ár. Í farnu viku var Deja Vu á vitjan og undan teimum hava verið nøvn sum
Stanley Samuelsen og Martin Joensen og hinir.
Stóra Pakkhús hevur rættiliga vunnið sætið sum eitt gott spælistað í
Suðuroynni, og dáma tónleikabólkar eisini sum heild sera væl at spæla í
Stóra Pakkhúsi. Fyrr í vikuni kom eisini heilsan frá danska bólkinum
AmazonAir, sum vónaði at teir fingu høvi at leggja leiðina aftur til Vágs í
summar.
Leygarkvøldið koma feðgarnir Fimmboði og Bjarni Lisberg úr Sumba so á
vitjan. Fimmboði Lisberg er gamal í garði á føroyska tónleikapallinum og
hevur hann eisini saman við soninum Bjarna framført onkuntíð fyrr.
Leygarkvøldið verður so fyrstu ferð, at teir báðir spæla í Stóra Pakkhús.
Húsið er opið frá kl. 22.00 - 04.00