Fimm skip landa á Vestaru Vág

- Summi vóru bangin fyri, at virksemi sum hetta var útdeytt í Havnini, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

 

Hann sipar til fiskavirksemi í høvuðsstaðnum. Ofta verður skotið í skógvarnar hjá íbúgvum í høvuðsstaðnum, at teir ikki kenna til fiskiskap og rætt er, at einki fiskavirki er í Havn. Kortini er ein landingarmiðstøð - P/F Barðið - og í gjár landaðu fimm skip í høvuðsstaðnum.


- Men sum sæst nú í dag, nú 5 bátar avreiddu í senn, so stendur hetta virksemið í besta blóma og er tíbetur vaksandi. Hetta fløvar og er heilt einastandandi fyri býin, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, í stuttari viðmerking.

 

Tey fimm skipini eru Skálafossur, Jaspis, Ametyst, Vesturtúgva og Váðasteinur.