Ein maður miðskeiðis í tríatiárunum er nú dømdur at sita í fimm mánaðir fyri at hava smuglað rúsevni til Føroya.
Hann varð tikin fyri tveimum vikum síðani, tá ið hann kom í land av Norrønu við 26,4 grammum av amfetamini uppi á sær.
Hann varð skuldsettur fyri at hava smuglað amfetmin, partvís við tí endamáli at selja øðrum.
Maðurin viðurkennir at hava smuglað amfetamin, men hann sigur, at alt var til egna nýtslu. Hann arbeiddi á náttarvakt og skuldi brúka rúsevnini fyri at styrkja seg við.
Hann er tvær ferðir áður dømdur fyri brotsverk, ið minna um hesi.
Rætturin trúði ikki manninum og tískil varð hann dømdur at sita í fimm mánaðir og í dóminum verður staðfest, at dentur er lagdur á, at hetta er triðju ferð, at maðurin er dømdur.
Samstundis verður hald lagt á amfetaminið, hann royndi at smugla.