Fimm íbúðir í gamla politigarðinum

Íbúðirnar verða lidnar í heyst

 

Fyri 10 árum síðani keypti møblasølan Eikin gomlu politistøðina í Jónas Broncksgøtu í Havn.

Fyrstu árini hevði handilin seingjardeildina har, men hon flutti seinni niðan í størri og betri høli á Sandvíkarhjalla. Hølini á politistøðini hava síðani verið nýtt til veitsluhøli.

Men seinastu tíðina hevur umbygging verið í politigarðinum, har gomlu skúrarnir eru tiknir niður og nýggju bygningur reistur á staðnum. Gunnar Breckmann er stjóri í felagnum, sum eigur gomlu politistøðina:

– Vit hava bygt fimm íbúðir á staðnum, sum ætlanin er at leiga út. Talan er um fimm íbúðir, sum eru um 57 fermetrar til støddar í einari hædd við hems, sigur hann.

Gunnar Breckmann sigur víðari, at hava ikki enn endaliga gjørt av, hvussu framtíðin skal vera við økinum. Nýggjaru fongsulsklivarnir verða útleigari til útlendsk arbeiðsfólk í Føroyum. Teir eru væl nýtiligir at búgva. Um talan verður um leigu til ferðavinnu ella til langtíðarleigu, hava tey heldur ikki tikið støðu til enn, sigur Gunnar Breckmann.

##med2##

 

– Vit hava frá byrjan havt ætlanir um at kunna útnytta garðin betri, og tí tóku vit gomlu skúrarnar niður og bygdu íbúðirnar í staðin, sigur Gunnar Breckmann.

Hann sigur, at fleiri møguleikar eru við økinum, og vísir á, at kommunan eisini hevur havt stórar byggiætlanir í grannalagnum, sum eisini kunnu fara at fáa ávirkan á, hvat tey fara at gera við økið í framtíðini.

Hann væntar, at íbúðirnar vera lidnar í september.