Fimm færri smittað við koronu í gjár

10 fólk eru deyð við koronu seinasta mánaðin

Í gjár vóru 35 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

1995 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 368 smittað, sjey eru innløgd, og 12 eru deyð við koronu í Føroyum. 10 teirra eru deyð seiansta mánaðin.

Í løtuni eru 470 fólk í sóttarhaldi og tilsamans hava 3.244 fólk verið smittað. 2.864 eru vorðin frísk aftur.

 

##med2##