18. juni varð dokumentar filmur um føroyska rossið vístur á DR 18. juni varð dokumentar filmur um føroyska rossið vístur á DR, tað er Søren Ryge Pedersen, sum hevur gjørt filmin. Í filminum greiðir Anna Louisa Joensen frá umstøðumum hjá føroyska rossinum, eisini er áhugaverd samrøða við Jón Joensen í Bø, sum greiðir frá, tá hann saman við Leivi Trond Hansen í 1962, tóku seg saman, fyri at bjarga føroyska rossinum. Hæddarpunktið í filminum er, tá ið ryssan Sára verður flogin út í Stóru Dímun.