Føroyskur filmur er í menning, og tað er kunnu vit millum annað takka Klippfisk fyri.
Í fleiri ár hevur Tórshavnar Býráð og Mentamálanevndin stuðlað Klippfisk við einari árligari stuðulsjáttan. Harumframt hevur Mentamálanevndin stuðlað fleiri spennandi filmsverkætlanum, og seinast men ikki minst, hevur Tórshavnar Kommuna hýst Klippfisk í sethúsum í M.A. Winthersgøtu. Hesa góðu gongd skulu vit halda fast í.
Nú er stundin komin at staðseta Klippfisk av nýggjum, og at finna røttu karmarnar, so at henda listagrein kann halda fram at menna seg, eisini til eina framtíðar vinnugrein.
Filmur á einum vegamóti
Saman við Klippfisk er ein verkætlan orðað, har lagt verður upp til, at Klippfisk, Filmshúsið og vónandi eisini íverksetarahúsið Hugskotið koma at húsast undir sama taki.
Ein ógvuliga spennandi møguleiki er, at tað verður í parti av gomlu hølinum hjá Bacalao á Vestaru bryggju. Hesi høli hava staðið tóm í nógv nógv ár – og hevði tað verið spennandi at vakt tey aftur til lívs, sum karmur um eina vaksandi filmsvinnu og aðra íverksetaravinnu.
Eingin ivi er um, at vit eiga framtíðar førleikar og talent í býnum, og tað er heldur eingin ivi um, at framtíð er í kreativum vinnum. Eisini landið raðfestur filmsvinnuna og hevur tikið stig til at stovna eitt Filmshús.
Tórshavnar Kommuna hevur longu lagt nógva orku í at taka hond um okkara filmsspírar – og tað skulu vit halda fram at gera.
Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs