Filmar, filmar, filmar og Festivalar

Johan Mortensen
-----
Í løtuni er stóri filmfestivalurin í Reykjavík sum eitur Reykjavík Film Festival. Har verða nógvir nýggir filmar sýndir, bæði útlendskir og íslenskir og koma gestir ur øllum heiminum til Reykjavíkar til sýningarnar. Besti filmur fær eina heiðursløn sum teir kalla Golden Puffin ! Gylti Lundin, flott. Ein filmfestivalur skapar nógvar inntøkur umframt at hann hevur stóran týdning fyri tað kreativa og alla filmsvinnuna sum heild. Komi eg í Býráði vil eg virka fyri at okkara Filmfestivalur í Norðurlandahúsinum tann 11 Dec fer at mennast til Tórshavnar Filmfestivalur á altjóða støði, ein slikur Festivalur vil hava stóran týdning fyri bæði ferðamannavinnu og vinnulivið i Havn.

Tað er bæði stuttligt at síggja film og ikki minni stuttligt eisini at verða við í filmi. Ein filmur tørvar nógvar statistar, eins og tá Barbara varð tikin upp her í Havn og haldi eg hjáløgda mynd av fronskum løjtnantum úti í Tinganesi er stuttlig ! sjálvt statistar kunnu gerast Borgmeistarar !

Tjóðveldið fer at menna filmin !