Fyrr í dag vóru tríggir dystir leiktir í Burn mansdeildini.
VÍF helt fast í sigursrøðini, men í dag var talan um tepran sigur. VÍF vann 30-29 á Kyndli í høllini á Hálsi í Havn. Í steðginum var VÍF á odda 16-13.
Stórskjúttin, Filip Jojic (myndin) skoraði meir enn helvtina av málunum hjá VÍF. Filip skoraði ikki færri enn 16 mál. Toppskjútti hjá Kyndli var Tobias Thisen við 11 málum.
Dysturin millum Neistan og StÍF í høllini í Hálsi í Havn endaði við javnleiki 28-28. Í steðginum var StÍF á odda 16-11.
Í seinna hálvleiki var Neistin omaná. Í allarseinastu løtu javnaði Kasper Sommer til 28-28, og so StÍF fekk eitt stig við sær inn á Strendur.
Pauli Høj var toppskjútti hjá Neistanum við 11 málum. Kasper Sommer var toppskjútti hjá StÍF við átta málum.
Í Hoyvíkshøllini vann H71 greiðan 36-28 sigur á Team Klaksvík. Í steðginum var H71 á odda 19-16.
Bogi Hansen var toppskjútti hjá H71 við níggju málum. Brian Slyne var toppskjútti hjá Team Klaksvík við átta málum.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
VÍF | 4 | 139 | 109 | 30 | 8 |
H71 | 4 | 130 | 106 | 24 | 6 |
KYNDIL | 4 | 118 | 104 | 14 | 5 |
NEISTIN | 5 | 135 | 154 | -19 | 4 |
KÍF | 4 | 109 | 108 | 1 | 4 |
TEAM KLAKSVÍK | 4 | 104 | 125 | -21 | 2 |
STÍF | 5 | 137 | 166 | -29 | 1 |
HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum Kyndil-VÍF 29-30 (13-16):
##med2##
HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum Neistin-StÍF 28-28 (11-16):
##med3##
HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum H71-Team Klaksvík 36-28 (19-16):
##med4##