Filip Djordjevic hevur skift felag

TB hevur í dag tryggjað sær Filip Djordjevic frá ÍF

TB hevur í dag tryggjað sær Filip Djordjevic frá ÍF. Í Trongisvági hava tey leingi leitað eftir einum áleypara, og í Filip Djordjevic hava tey fingið ein spælara, sum kann geva liðnum nógv í álopsspælinum.

 

Á Facebook-síðuni hjá felagnum skrivar formaðurin, Reidar Simonsen:

 

Góðu viðhaldsfólk og TB stuðlar

 

Nú tað nærkast til seinna hálva av landskappingini byrjar aftur, hava vit eina møtumikla, men ikki ómøguliga uppgávu fyri framman, sum vit í leiðsluni eru vísir í, at vit megna at loysa í felag. Fleiri spælarar hava (av ymsum orsøkum) valt at gevast, og TB ynskir at takka teimum fyri tíðina í felagnum.

 

Vit hava fingið nýggjar spælarar ístaðin fyri teir, ið eru givnir, og ynskja vit teimum vælkomnum í felagið. Tann seinata undirskriftin kom í gjár, tá ið sáttmáli varð gjørdur við roynda og evnaríka Filip Djordjevic, ið sostatt flytir frá ÍF til TB.

 

Tilgongd og frágongd

Tilgongdin telur ein framherja, ein vong og ein miðvallara. Ein av teimum er 27 ára gamli framherjin Kaspars Svarups úr Lettlandi. Hann er 1,92 metur høgur. Seinastu tíðina hevur hann spælt í næstbestu deildini í Serbia. Mest hevur hann spælt í bestu deildini í Lettlandi, har hann hevur skorað 24 mál í 154 dystum, skrivar bolt.fo.

 

TB hevur eisini fingið tilgongd av 21 ára gamla Sascha Schmalz, sum er vongur. Hann hevur sambært bolt.fo spælt í lægri deildunum í Týsklandi.

 

Triðja tilgongd er Ibrahim Moro. Hann skifti til HB í fyrra flytingarvindeyganum, men tað eydnaðist ikki honum at koma til landið fyrr enn fyri kortum. Hann er miðvallari og skuldi avloysa Mikkel Frankoch, men tað bleiv skjótt greitt, at hetta ikki gekk upp.

 

Hann hevur saman við Sunday Odeh verið bjóðaður út til nøkur av feløgunum í Føroyum. Nú er greitt at ganesiski Ibrahim Moro verður útleigaður til TB. Spurningurin er so um Sunday Odeh, ið eisini kom til HB í ár, eisini verður útleigaður til TB.

 

Simon R. Rasmussen, Mads Altschuler, Maxwell Asare Bediako og Mark Kongstedt halda ikki fram í Trongisvági. Fyrsti dysturin hjá TB eftir summarsteðgin verður á ólavsøku móti B36.