Fidel kann saktans halda fram

- Hann er í venjingarhølinum tveir tímar um dagin, og hann lesur líka nógv sum fyrr, sigur Raúl Castro um bróðurin Fidel

Næstseinasta sunnar varð kubanski leiðarin, Fidel Castro, lagdur undir skurð, og síðani hevur bróðurin Raúl sitið við róðrið í Havanna. Men sambært Raúl er Fidel komin so mikið fyri seg, at hann er til reiðar at stilla upp á valinum tann 20. januar.

 

- Hann er til likamliga venjing tveir tímar hvønn dag. Hann hevur ongantíð lisið so nógv sum nú, og so skrivar hann næstan líka nógv sum fyrr. Í mínari verð er eingin ivi um, at hann er til reiðar at taka eitt tørn afturat, sigur Raúl Castro við AP.

 

Fyri stuttum skrivaði Fidel Castro í einum almennum brævi, at hann ætlar sær ikki at tvíhalda um valdið í Kuba. Tað bleiv tulkað, sum at hann var til reiðar at lata yngri kreftir koma framat, men eftir tí, sum Raúl nú sigur, er lítil ivi um, at tann gamli leiðarin heldur fram, skrivar AP.