Festligt og friðarligt í Havn í nátt

Mentanarnáttin gekk upp á stás, sigur løgreglan

Tað var rættiliga nógv fólk í býnum í Havn í nátt. Mentanarnátt var, og veðrið var av tí besta, og tað lokkaði ein hóp av fólki í býin.

 

Men løgreglan sigur, at tað var avbera friðarligt.

 

- Tað var festligt, men friðarligt, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn í morgun.

 

Hann sigur, at í einumstøkum førum komu fólk til illnar, men tað var bara smáttarí, og meiri verður ikki gjørt burtur úr tí.

 

Eisini fekk løgreglan boð um, at nøkur fólk ætlaði at sær við báti, men tað var einki um tað.

 

Tey sótu í einum báti og hugnaðu sær, og høvdu ongar ætlanir um at loysa, sigur løgreglan.

 

Niðanfyri eru fleiri myndir frá mentanarnáttini.