Men í vikuni fáa vit bæði frystar dunnur og gæs, sigur Jørgen Jørgensen, slaktari í Miklagarði
– Tær fesku dunnurnar – ikki tær frystu – sum vit skuldu hava til jóla, máttu lata lív fyri tíðina vegna fuglakrím.
Tað sigur Jørgen Jørgensen, slaktari í Miklagarði.
– Vit fáa kortini dunnur aftur hesa vikuna, men tær eru frystar, sigur hann.
Tað er virkið Gråsten Fjerkræ í Danmark, sum hevur dripið allar gæs og dunnur.
Gråsten Fjerkræ sigur í tíðindaskrivi, at tey í ár seta djóravælferðina í hásæti og bara fara at lata frystar gæs og dunnur. Hetta verður gjørt, tí vandi er fyri fuglakrími.
Gråsten Fjerkræ hevur í skundi kallað inn øll starvsfólk, sum í trískiftisvaktum á týsku sláturhúsunum nærindis týska markið skulu slátra allan flogfenaðin. Samstundis hevur fyritøkan sagt kundum sínum, at tey í ár bara fara at lata gæs og dunnur, sum eru frystar og ikki feskar.
Avgerðin er tikin grundað vandamikla fuglakrím-vírusið, H5N8, ið er staðfest bara fáar kilometrar frá, har gæs og dunnur hjá Gråsten Fjerkræ eru.
– Vit kenna tað soleiðis, at djóraælferðin er hótt, og tað ynskja vit ikki at gambla við. Skuldi vandamikla virusið rakt ein av stovnunum hjá okkum, so høvdu dýrini fingið ein pínufullan deyða, og vit høvdu verið noydd at slaktað øll djórini. Tað hevði verið ein katastorfa. Ikki bara fyri okkum, men eisini fyri bøndurnar, sum framleiða dunnur og gæs til okkum, sigur Gråsten Fjerkræ í tíðinaskrivi.
Felagið sigur víðari, at handlar, sum keypa frá teimum, skilja væl støðuna og orsøkina til, at tey í ár ikki kunnu bjóða kundum sínum feskar dunnur og gæs.
Thorkil Ambrosen, sum er danskur serfrøðingur í flogfenaði, sigur, at her er talan um »rettidig omhu«.
– Dunnur og gæs ganga vanliga uttandura, og tá tey sum støðan krevur tað, skulu haldast innandura, hóttir tað djóravælferðina, sigur hann sambært tíðindaskriv frá Gråsten Fjerkræ.









