Ferja sokkin í Bangladesh

Nógv fólk eru ikki komin afturíaftur, eftir at ein ferja við umleið 100 ferðafólkum umborð sakk á Meghna-ánni í Bangladesh í morgun.

Myndugleikarnir siga, at umleið 25 fólk bjargaðu sær við at svimja inn á land, men leiðarin fyri bjargingartænastuni sigur, at í hvussu er 50 fólk er ikki komin afturíaftur. Aðrar keldur siga, at fólk, sum búgva fram við ánni, hava bjargað fleiri ferðafólkum.

Ferjuvanlukkur eru rættiliga vanligar í Bangladesh. Ofta eru skipini í vánaligum standi, og í fleiri førum eru alt ov nógv fólk umborð. Í fjør doyðu 147 fólk, tá ein ferja sakk á Meghna-ánni eftir samanstoyt við eitt annað skip.