Brøndby hevur nú boðað frá, at avloysarin hjá Michael Laudrup verður hollendingurin René Muelensteen, sum seinastu árini hevur starvast í Manchester United. Muelensteen hevur verið talentvenjari, men seinasta árið hevur hann vant eykaliðið hjá United. Venjarin hjá Manchester United hevur bara góð orð at bera Muelensteen.
- Brøndby fær ein fantastiskan venjara. Eg ivist onga løtu í, at hann fer at gera tað sera gott í felagnum. Hetta er ein nýggj avbjóðing fyri hann, men hana fer hann at klára, sigur Alex Ferguson við Ekstrablaðið.
Sambært Ferguson fara ikki minst teir ungu spælararnir í Brøndby at njóta gott av nýggja venjaranum, sum er vanur við at menna ungar spælarar.