Ferðsluóhapp á Frælsinum

Eitt ferðsluóhapp og nakað av náttarófriði hevur verið arbeiðssetningurin hjá løgregluni í nátt.

Eitt ferðsluóhapp hevur verið í nátt. Ein bilur fór út av vegnum í svinginum millum Jóannesar Paturssonargøtu og Frælsið. Fýra fólk vóru í bilinum, sum øll vóru førd á Landssjúkrahúsið til kanningar, men eingin teirra hevur fingið størri mein. Enn er ikki vist, hví óhappið hendi.

 

Annars hevur nógv fólk verið í býnum í nátt, men sambært vakthavandi á løgreglustøðini hevur tað ikki verið tað stóra av ófriði av teimum.

- Okkurt smávegis er altíð, tá nógv full fólk eru í býnum, men so frægt vit vita, er einki álvarsamt hent í nátt, sigur vakthavandi.

 

Hann sigur, at okkurt herverk er framt í nátt, umframt at løgreglan fleiri ferðir hevur verið úti og skilt fólk at, sum eru farin til hendurs. Tó varð einki av tí so álvarsamt, at tað er vorðið til eitt harðskapsmál enn, tó kann vera, at onkur meldar tilburðirnar seinni.