Eitt ferðamannaskip við 206 ferðafólkum og manningbumborð hevur siglt á land í Eysturgrønlandi.
Arktisk Kommando, sum er røkir uppgávur fyri Verjuna í og kring Grønland og Føroyar, er á veg á staðið við einum skipi. Men túrurin tekur fleiri dagar.
Tað skrivar grønlendska blaðið Sermitsiaq.
Ferðamannaskipið, sum eitur Ocean Explorer, hevur rent á land í Alpefjørðinum nærindis Mestersvig í tjóðarlundini í Eysturgrønlandi.
Sambært upplýsingum frá grønlendskum myndugleikum er eingin fólkaskaði í sambandi við hendingina. Tað skrivar Sermitsiaq.
Ætlanin er nú at vita, um skipið kann sleppa leyst við egnari megi, tá tað fløðir.
Grønlands Politi og Arktisk Kommando fylgja væl støðuni fyri at meta um, hvørt tað verður neyðugt at flyta fólk av skipinum.
Sjóverjuskipið Knud Rasmussen er á veg í móti ferðamannaskipinum, men fyribils metingin er, at tað fer at taka nakrar dagar at koma fram til skipið.
Sambært Arktisk Kommando hevur ferðamannaskipið eftir øllum at døma ikki fingið álvarsaman skaða í sambandi við, at skipið hevur siglt á land.
/ritzau/