Ferðafólk við Teistanum missa 36 sitipláss umborð

Tað argar ferðafólk, sum dagliga ferðast um Skopunarfjørð við Teistanum, at tey nú í vikur hava mist fleiri setur umborð.

Stop - Ongin atgongd - Bert manning.

 

Tað sigur skeltið, ið frátekur ferðafólkunum, sum sigla um Skopunarfjørð við Teistanum, 36 sitipláss í stóru salongini í stýriborði. Umframt skeltið, er reytt og hvítt band, sum týðiliga avmarkar ferðafólkum atgongd til salongina og til hurðina út á dekkið har afturi.

 

Her plaga ferðafólk við sjóverki - ella við hundi - at standa á ferðini um fjørðin. Tað hendir eisini, at onkur, sum hevur hug at festa sær í, meðan siglt verður, ger eitt lop út um hurðina at stytta sær stundir. 

 

Men, einki av hesum ber til í stýriborðssíðu, nú salongin er stongd aftureftir. Hetta er heldur ikki fyrstu ferð í hesi koronu-tíð, at hesin parturin av stóru salongini er stongdur, soleiðis at plássið umborð verður tað trengri - serliga á teimum túrum, har nógv ferðafólk eru.

 

Orsøkin til, at hesin parturin er stongdur av, er, at maskinmenninir skulu sleppa at ganga ímillum maskinrúmið, sum er hurðin beint til vinstru á myndini og so aftur eftir - fyri í minni mun at koma í samband við ferðafólk.

 

Tað argar, at so mong sitipláss vera tikin burtur. Ferðafólk skilja væl, at manningin skal verjast, men skilja ikki logikkin í, at onnur samstundis noyðast at sita samankroyst á teimum túrum, tá ferðafólkatalið er størst.

 

Fólk halda, at tað mátti verið skilabetri, um manningin, sum skal niður og upp úr maskinrúminum og aftur á dekkið, brúkti masku, soleiðis at bæði manning og ferðafólk vóru betur vard.

 

- Tað kann vera, at stongsulin av hesum partinum av salongini í ávísan mun tryggjar manningina, og tað kunnu vit øll fegnast um, men stongsulin ger umstøðurnar hjá ferðafólki at verja seg munandi verri, siga ferðafólk, sum hava vent sær til In.fo.