Tað verður ikki fyribils, at ferðafólk í Kalsoynni fara at fáa betri umstøður. Tað sigur Jørgen Niclasen landsstýrismaður í samferðslumálum.
Beinta Løwe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi hevur spurt hann, um nøkur ætlan fyriliggur um at bøta um umstøðurnar hjá ferðafólki í Kalsoynni. Hon vísir á, at rættiliga nógv ferðast í Kalsoynnam, men tey ferðafólk, sum ikki eru í bili hava onga staðni at kroka í regni, kava og illveðri, enn at fara inn í okkurt privat neyst.
Jørgen Niclasen sigur, at Landsverk hevur arbeitt fyri at bøta um umstøðurnar hjá ferðafólki á ferjuleguni á Syðradali. Ymiskar loysnir hava verið viðgjørdar, og nakað av útreiðslum eru brúktar til planlegging og tekning.
Men niðurstøðan hjá Landsverk er, at loysnirnar, arbeitt hevur verið við, eru ov langt frá upprunaligu ætlanini. Skýlið gjørdist ov stórt og við ov nógvum hentleikum og tískil verður steðgað á arbeiðið so at málið kann verða endurskoðað.