Nógv ferðafólk eru í dag á vitjan í Mykinesi, og tað var eitt av ferðafólkunum, sum fyrst fekk eygað á grindaflokkarnar vestan fyri Mykines nú seinnapartin.
Esbern í Eyðansstovu, bóndi í Mykinesi, fór í bátin og var tann fyrsti, sum var hjá grindini.
- Tað eru nógvir útlendingar í Mykinesi í dag, og tey fylgja við grindarakstrinum úr landi. Eg veit ikki, hvat teimum dámar hetta, men tey fáa so eina øðrvísi uppliving burturúr tí, sigur Esbern í Eyðansstovu.
Nú eru fleiri bátar ávegis til grindina, og ætlanin er at halda henni til í Bø.
Spurningurin er so, um tað verður eitt ferðafólk, ið fer við finningarhvalinum.










