Ferðaavgjaldið skal takast av

Bíligari ferðaseðlar strimbra ferðavinnuna og eggja fólki at flyta heim

Nú skal illa umstrídda ferðaavgjaldið takast av.

Tað vil Poul Michelsen, løgtingmaður fyri Framsókn.

 

Hann hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at avtaka ferðaavgjaldið upp á 65 krónur, sum verður goldið í landskassan av hvørjum ferðaseðili, sum verður keyptur við Atlantsflogi og Norrønu.

 

Hann sigur, at hetta fer at kosta landskassanum 10 milliónir í mistari inntøku.

 

Hetta er fjórðu ferð, at Framsókn leggur uppskot fyri løgtingið um at avtaka ferðaavgjaldið.

 

Men í 2013 legði landsstýrið sjálvt uppskot fyri løgtingið um at lækka ferðaavgjaldið niður í helvt, ella úr 120 krónur av hvørjum ferðaseðili, niður í 65 krónur.

 

Men tá var endamálið, at um trý ár, ella í 2016, skuldi avgjaldið verða heilt avtikið.

 

Men enn er einki hent og nú leggur Poul Michelsen so uppskot fyri løgtingið um at avtaka ferðaavgjaldið heilt.

 

- Føroyska samferðslukervið skal ikki bara røkka úr Fugloy til Sumbiar, men heilt út til næstu grannalondini. Tí meta vit, at ferðasambandið út í heim er líka týdningarmikið sum ferðasambandið innanlands, sigur Poul Michelsen.

 

- Ferðakostnaðurin á loftvegis sambandi okkara út í heim, er enn alt ov dýrur og er uttan iva ein av stóru forðingunum fyri, at fólk flyta heim aftur at búleikast og virka í Føroyum.

 

Tá ið Atlantsflog gjørdist almenn ogn aftur, varð sagt, at endamálið var at fáa prísirnar á ferðaseðlum niður.

 

- Flogfelagið hevur lækkað ferðaseðlakostnaðin nakað, men enn er langt á mál, sigur løgtingsmaðurin fyri Framsókn.

 

Hann heldur, at tað almenna má gerast okkurt munagott.

- At taka ferðaavgjaldið burtur er eitt lítið stig á vegnum, sum bæði kann lækka prísin á ferðaseðlum, beinanvegin.

 

Poul Michelsen vísir á, at eini 250.000 fólk ferðast um flogvøllin um árið og sjóvegis koma og fara 120.000 ferðafólk.

 

- Eini 160.000 av teimum gjalda ferðaavgjald, so verður gjaldið tikið heilt burtur, fer tað at kosta landskassanum einar 10 milliónur krónur.

 

- Ein bíligari ferðaseðil fer at stimbra upp undir eina spírandi ferðavinnu, eins og tað verður meiri lokkandi at búsetast í Føroyum.

 

Eisini eigur at havast í huga, at teir umleið 25.000 føroyingarnir, sum búgva uttanfyri Føroyar, ofta – orsakað av ferðaprísinum – lata vera við koma heim at ferðast sigur Poul Michelsen.