Ferðslutrygd á Summarfestivalinum

TíÐindaskriv

Ráðið fyri Ferðslutrygd luttekur á Summarfestivalinum í Klaksvík 2005 við Hvølvusi, Gølli og Súkklurásini. Eisini verður ein bilur sleptur úr 20 m. høgum krana

Á parkeringsøkinum við Norðoya Sparikassa fáa fólk møguleika at royna Hvølvus, Gøll og Súkklurásina. Opið verður fríggjadagin 5. august kl. 16 til 22 og leygardagin 6. august kl. 14 til 22.
Leygardagin 6. august kl. 13 verður serligt tiltak á nýggju útfyllingini í miðbýnum, har ein bilur verður sleptur úr 20 m. høgum krana. Ferðin hjá bilinum økist nógv í hesum fallinum og tí eisini rørsluorkan. Sum dømi kann nevnast, at í samanstoyti við 70 km/t. ger rørsluorkan, at vektin hjá einum barni, sum vigar 20 kilo, økist upp í sløk 2 tons. Eitt vaksið fólk, sum vigar 75 kg, fer upp í 4 tons!
Endamálið við tiltakinum er at sýna, hvussu ógvusliga náttúrukreftirnar eru, og harvið at undirstrika, hvussu umráðandi tað er at nýta trygdarbelti.