Fyri løtu síðani fóru bæði løgregla og sjúkrabilur í fullari útrend norður eftir úr Havnini.
Talan var um eitt ferðsluóhapp millum Hvalvík og Hósvík, sigur vakthavandi á løgreglustøðini, har ein bilur var farin út av vegnum.
Talan var um eitt sokallað solo-óhapp, har bert ein bilur var innblandaður í óhappinum. Bilførarin hevur tað eftir umstøðunum gott, men er farin á sjúkrahúsið til kanningar.
Ferðslan koyrir sum vanligt, sigur løgreglan.