Ferðsluóhapp Yviri við Strond

Tveir bilar hava rent saman Yviri við Strond í kvøld fyri løtu síðani. 

 

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at sjúkrabilur, brandbilur og løgreglubilur fóru á staðið beinan vegin, tí fleiri fólk vóru við í óhappinum. 

 

Tað, sum hendi var, at ein bilur koyrdi í reyvina á einum øðrum. 

 

Orsøkin til, at bæði brandbilar, sjúkrabilar og politibilar fara á staðið tá ið slíkt hendir er, at løgreglan veit ikki hvussu stórur skaðin er, og tí er betur at vera fyrivarin enn eftirsnarin. 

 

Brandbilarnir hava í kvøld til uppgávu at flyta burtur teir báðir bilarnir, sum vóru við í óhappinum. 

 

Ein persónur er fluttur á landssjúkrahúsið.