Tíðliga leygarmorgunin var eitt ferðsluóhapp millum Fjarða í Eysturoynni.
Ein bilur, sum var á veg suðureftir fór útav vegnum, og fór bóltandi niðan í bøin. Hann endaði á takinum. Tveir ungir mans, ávíkavist 21 og 22 ára gamlir, vóru við bilinum. Annar teirra bløddi illa í andlitinum.
Politiið í Runavík upplýsir, at talan hevur verið um rúsdrekkakoyring. Teir báðir ungu menninir vórðu koyrdir á læknamiðstøðina í Runavík, har teir vórðu seymaðir og blóðroynd var tikin av teimum.
Annars verður sagt frá hinum politistøðunum kring landið, at friðarligt hevur verið um vikuskiftið.