Fyri løtu síðani rendu tveir bilar saman á vegnum millum Skálabotn og Skipanes.
Tveir persónar vóru við í óhappinum, harav annar segði seg hava pínu í rygginum, og so vítt vakthavandi á løgreglustøðini í Havn hevur fingið at vita, er hesin eini persónurin fluttur á Landssjúkrahúsið.
Løgreglan sperraði vegin eftir óhappið. Bilarnir eru fingnir til síðis og nú og tað er við at vera opið aftur fyri ferðslu, upplýsir løgreglan.
Mynd: Birgir W. Høgnesen