Fer fegin til Danmarkar at biðja um meiri blokk

Føroyskar fólkapensjónir skulu hækkast við donskum blokki, sigur løgmaður

Hesi næstu árini skulu fólkapensjónirnar í Føroyum hækkast við hægri blokkstuðuli úr Danmark.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

 

Nú løgtingið hevur viðgjørt fíggjarlógina fyri næsta ár, hevur nógv verið tosað um fólkapensjónina.

Í hesum sambandi hevur Kaj Leo Holm Johannesen eitt púra greitt boð upp á, hvussu pensjónirnar kunnu hækkast.

 

Hann sigur, at semja er við donsku stjórnina um at prístalsviðgera ríkisveitingina til Føroya.

Tað fer at gera føroyingum  224 milliónir í eyka inntøkum hesi næstu 10 árini.

Og hann heldur, at hesin peningurin skal markast til at hækka fólkapensjónirnar.

- Tað brenni eg fyri og fari at gera, hvat eg kann fyri at fáa semju um tað, sigur løgmaður.

 

Høgni Hoydal kallar tað skammiligt, at hetta skal vera pensjónspolitikkurin hjá samgonguni.

- Hvussu skulu vit koma víðari, um so er at boðskapurin hjá landsins leiðara er, at hann fer at trola í Holmens Kanal eftir pengum at hækka pensjónirnar við.

 

Men tað dugur løgmaður als ikki at síggja nakað galið í.

Tvørtur ímóti dugir hann ikki at skilja at vit skulu vísa eini inntøku frá okkum.

Tvørtur ímóti hevði hann gleðiliga farið til Danmarkar við taskuni einaferð afturat í eini roynd at fingið blokkin hækkaðan enn meiri, sama hvussu hann verður spiltur út og hildin fyri gjøldur.

 

Hann saknar eisini, at tey, sum vilja skerja blokkin, eisini siga heilt ítøkiliga, hvør skal hava rokningina fyri inntøkurnar, vit missa.

- Tað hongur ikki saman at siga, at vit skulu máa burtur av okkara inntøkum og samstundis bøta um umstøðurnar hjá teimum eldru, heldur løgmaður.