Ferðavinnumiðstøðin í Vestmanna reist

tíðindaskriv

Húsið, sum hevur matstovu, kunningarstovu, gávubúð og møguleikar at halda ráðstevnur, letur upp í summar


Í farnu viku varð húsið sum Partafelagið Vestmanna Ferðavinnufelag (Vestmanna Tourist Centre) byggir í Vestmanna, reist. Húsini standa við bátahylin Inni á Fjørð, júst har sum bátarnir sum sigla útferðir undir Vestmannabjørgini hava sínar fráferðir. Húsini eru stór, umleið 300 fermetrar tilsamans í tveimum hæddum, og í matstovuni í neðra er pláss fyri umleið 70 fólkum.
Ein spurnarkanning sum fyrireikararnir gjørdu millum ferðafólkini síðsta summar vísti, at stórur áhugi er fyri húsinum. Ætlanin er at hava nógvan føroyskan mat í matstovuni so sum fisk og grind, sum ferðafólk fegin vilja royna. Men annar matur verður eisini at fáa. Í gávubúðini verða ymisk tinganeyst at fáa. Ætlanin er, at Vestmanna Tourist Centre skal lata upp 1.mai í ár.