Ferðavinnufelagið ynskir landsfevnandi loysn

Størsta avbjóðingin í ferðavinnuni í løtuni er óskilið, sum valdar í regluverkinum viðvíkjandi gongd í haga, heldur Ferðavinnufelagið, sum ynskir, at vit at stimbra menningina av vørum og tænastum kring landið

Ferðavinnufelagið mælir komandi stjórn frá at falla fyri freistingini at leggja gjøld á ferðavinnuna við tí fyri eyga at fáa so nógvan pening sum gjørligt burtur úr hvørjum einstøkum ferðandi. Hetta hevði gjørt, at føroyska ferðavinnan hevði mist kappingarføri. Ferðavinnan er útflutningsvinna og er í kapping við allan heimin. Sum ferðamál eru Føroyar, sum er, eitt kostnaðarmikið ferðamál.

Tað kann skaða umdømi hjá Føroyum sum ferðamál, um vit ikki hava gjøgnumskygdar skipanir við innkrevjing av gjøldum fyri atgongd til náttúruna. Gjald ella ikki gjald, so skal sama reglugerð verða galdandi í øllum landinum, heldur Ferðavinnufelagið.

##med2##

Heldur enn at taka gjøld eiga vit at hava tilboð at bjóða ferðafólkunum, sum vit kunnu taka pening fyri, sigur Ferðavinnufelagið.