Ferðavinnan í Føroyum skal skipast betri, so at samfelagið fær sum best burturúr vinnuni, samstundis sum náttúran verður vard. Tað metir Poul Michelsen, landsstýrismaður í Uttanríkis- og Vinnumálum, ið nýliga hevur fingið handað eitt álit frá tveimum embætisfólkum í ráðnum um hvussu ferðavinnan kann skipast betri.
- Vit byrjaðu við Visit Faroe Islands, ið skuldi marknaðarføra Føroya í útheiminum, Tað hevur eydnast. Nú mugu vit hyggja eftir upplivingunum í Føroyum. Hvussu kann ferðavinnan skipast betri, samstundis sum vit verja gimsteinin, ið føroysk náttúran er. Vit mugu nevniliga ikki saga tí greinina, ið vit sita á, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.
Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, hevur eftirlýst eina skipan, har landið veitir kommununum stuðul, tá tær brúka pening til ymiskar verkætlanir knýttar at ferðavinnuni. Landsstýrismaðurin vísir á, at álitið tekur hædd fyri slíkum.
- M.a. verður eitt uppgávubýti staðfest, um hvør skal gera hvat, hvønn leiklut kunningarstovur skulu hava, hvussu tekur man gjald frá fólkum og hvat man ger við støð sum Mykines, ið ikki tola so nógv ferðafólk, sigur Poul Michelsen.
Landsstýrismaðurin vísir tó á, at føroyingar mugu taka støðu til hvussu nógv ferðafólk man ynskir til landið.
- Vit mugu vera eitt sindur varin. Tað er ikki bara at fylla landið við ferðafólkum. Vit kunnu bara hyggja eftir Íslandi, ið hevur so nógv ferðafólk, at tað møgulig er í fer við at oyðileggja náttúruna, sigur Poul Michelsen.