Ferðavinnan fer undir felags átøk í útnorðri

Ljós skal varpast á Føroyar, Ísland og Grønland fyri at fáa uppaftur fleiri ferðafólk. Tað verður íslendska lýsingarfyritøkan TBWA, sum fær uppgávuna, teir fara at gera eina heimsumfatandi lýsingarherferð á alnótini.

Nort Atlantic Tourism Assaciation (NATA) sigur í tíðindaskrivi, at kappingin um ferðafólk er alsamt vaksandi, tí halda teir, at eitt felags átak í útnorðri kann gera, at eyguni á ferðafólkum kunnu verða vend móti Grønlandi, Íslandi og Føroyum.

Á alnótini skal heimurin við spølum læra um Útnorður, sigur NATA í tíðindaskrivi. Lýsingarátakið, sum TBWA stendur fyri, verður almannakunngjørt í septembur, tað verður í Íslandi.