Fer at nøkta tørvin langt fram í tíðina

BÁTAHYLUR: Nú verður farið undir arbeiðið at gera nýggjan bátahyl í Hvalba. Tilboðini eru latin upp

– Hetta er ein bátahylur, sum fer at nøkta tørvin langt fram í tíðina.

Tað sigur Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalba.

Í nógv ár hevur verið tosað um at gera nýggjan bátahyl í Hvalba, og nú er tað komið so langt, at farið verður undir hann næsta ár.

Arbeiðið at leggja grótgarðin varð boðið út herfyri, og tá ið tilboðini vórðu latin upp fríggjadagin, vóru trý tilboð latin inn.

Janus Thomsen sigur, at Articon hevði tað lægsta tilboðið og tað var upp á 3,85 milliónir krónur.

Hann sigur, at farið verður nú undir samráðingarnar við Articon og gongst sum ætlað, verður málið lagt fyri næsta bygdaráðsfund til støðutakan.

Bygdaráðsfundur verður aftur seinast í mánaðinum og verður tað samtykt, er ætlanin at seta penging av til bátahylin á fíggjarætlanini fyri næsta ár, soleiðis at hann kann gerast tá.

 

Fáa bíligt grót

Janus Thomsen sigur, at nú nýggjur Hvalbiartunnil verður boraður, er tað eitt gylt høvi til at fáa grót til endamálið.

Arbeitt verður nú við at fáa eina avtalu við Landsverk um at fáa grót úr tunlinum. Og tað er ein avtala, sum er við at koma undir land og borgarstjórin sigur, at talan er um eina rættiliga góða avtalu fyri kommununa.

Á fíggjarætlanini fyri næsta ár, er ætlanin at seta einar sjey milliónir av til bátahylin, tí umframt grótarbeiðið, skulu eisini bátabrýr, og aðrir hentleikar, útvegast.

Tað er alt plássið heilt av Hamranesi, har flakavirkið er, og inn til Bíargarð, har núverandi bátahylur, sum er avsett til nýggja bátahylin, so har er pláss fyri rættiliga nógvum bátum.

Men Janus Thomsen sigur, at bátabrúgvarnar verða lagdar út ímóti Hamranesi, men enn er ikki avgjørt, hvussu nógvum bátum, pláss skal gerast fyri í hesum umfari.

– Vit hava ikki tikið støðu til, um bátabrýr skulu gerast til 20 bátar, ella 40 bátar, sigur hann.

Umhvørvisstovan hevur givið kommununi loyvi til at gera bátahylin og tað, sum Umhvørvisstovan hevur góðkent, er at leggja eitt grótkast frá havnarlagnum á Hamranesi og 215 metrar inn ímóti bátahylinum á Bíargarði. Og frá bátahylinum á Bíargarði skulu góðar 40 metrar fyllast út, úteftir.

Tað er ein treyt fyri loyvinum, at spreingileidningar verða tiknir upp so hvørt og Janus Thomsen sigur, at tískil verður sperra løgd uttan fyri økið, har grótkastið verður lagt.

 

Ongin vetrarhylur

Janus Thomsen sigur, at tað er avgjørt brúk fyri einum góðum bátahyli í Hvalba.

Vit hava ongan hyl í Hvalba, har bátar kunnu liggja trygt um veturin, sigur hann. Hann sigur, at kanningar eru gjørdar við bátahylin á Bíargarði, men tær vísa, at tað ber ikki til at fáa hann kyrran, sama hvat verður gjørt við hann.

Í Nesi er eisini ein bátahylur, men har eru ikki nógv pláss, nú Bakkafrost er farið undir virksemi har. Annars vísa kanningar, skal hann fáast tryggur, verður neyðugt at seta portur í hann, og tað er ein dýr søga, sigur borgarstjórin.