Fer á animatiónsskúla í London

(Rás2 - Sjóðteim) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við teknaran, Jógvan á Høvdanum, yngra

38 ára gamal hevur Jógvan á Høvdanum, yngri tikið eina stóra avgerð. Hann flytur til stóra metropolin, London í trý ár fyri at ganga á animatiónsskúla.

 

Tað er ein 22 ára gamal dreymur hjá Jógvani á Høvdanum, yngra at fara á skúla at læra at gera teknifilmar, og hann fegnast um at hava fingið møguleikan.

 

Konan, Annbjørg stuðlar Jógvani í ætlanini, og nú fara tey at búgva í London í trý ár. Húsini í Kunoy verða leigaði út meðan á Høvdanum hjúnini búleikast í London.

 

Fyrrapartin vitjaði Jógvan á Høvdanum, yngri sendingina "Sjóðteim" á Rás2 til eitt prát um sínar ætlanir, og tær royndirnar hann hevur sum teknari.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Jógvan á Høvdanum, yngra.